Fara nú í holt við rundkoyringina

Tað gongur stútt og støðugt framá við at bora nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal knýta Skálafjørðin og høvuðsstaðin nærri hvørjum øðrum. Tunnilsfelagið upplýsir á Facebook, at tað í viku vóru sprongdir 40 metrar á Hvítanesi og 57 metrar á Strondum. Í alt er hetta 97 metrar.


- Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.419 metrar og á Strondum 1.583 metrar. Samanlagt gevur tað 3.002 metrar, skrivar felagið.


Nú er arbeiðið eisini komið so mikið áleiðis, at nú er komið oman til har rundkoyringin skal vera, ið skilur ferðsluna millum teir báðar armarnar í Skálafjørðinum. Felagið upplýsir, at eini fimti skot skulu skjótast, áðrenn rundkoyringin verður liðug.


Harumframt verður nú riggað til at gera fyrsta pumpubrunnin í undirsjóvartunlinum.


- Á Hvítanesi er NCC nú komið so mikið væl ávegis, at teir eru byrjaðir bora tann fyrsta, av í alt fimm, pumpubrunnum. Spreingingin av fyrsta brunninum sæst eisini aftur í sprongdu metrunum í seinastu viku. Hetta eru brunnar har vatnið, sum lekur inn í tunnilin, verður leitt í, áðrenn tað verður pumpað úr tunlinum. Eysturoyar megin er fyrsti brunnurin ikki fyrr enn eftir rundkoyringina, skrivar felagið á Facebook.


Meðan Norðoyatunnilin og Vágatunnilin einans hava ein brunn, ið er á botninum í báðum tunlum, so er avgjørt, at fleiri brunnar skulu vera í Eystur- og Sandoyartunlunum. Ein loysn, ið er meira umhvørvislig og bíligari, sambært tunnilsfelagnum.