Í morgin mikudagin, klokkan 17, verður nýggi graslíkisvøllurin á vesturi á Eiðinum í Vági tikin alment tikin í brúk.
Í hesum sambandi verður hátíðarløta á Eiðinum har Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs býráði, flytur fram røðu. Síðani fara landsliðsleikarar har suðuri frá at taka nýggja vøllin í nýtslu saman við einum av gomlu leikarunum hjá VB.
Aftaná verður brotssparkskapping saman við U11 dreingjum og U11 gentum hjá FC Suðuroy, og vinnarin fær steyp. Og tá ið tiltøkini uttandura eru liðugt, verður ein drekkamunnur í VB-húsinum.
Graslíkisvøllurin, sum nú er lagdur á vesturi á Eiðinum, er tann triði graslíkisvøllurin í røðini. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Hann varð skiftur í 2004, og nú, 14 ár seinni, er so aftur nýggjur graslíkisvøllur lagdur á vesturi á Eiðinum.