Fara nú at royna nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri

?Í næsta mánað verða royndir gjørdar fyri at vita, hvar tað er best at leggja nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði

Suðuroyarsiglingin

Tvøroyri: Fyrst í komandi mánað fara umboð fyri Tvøroyrar Býráð og Landsverkfrøðingin til Danmarkar.
Ørindini eru at gera royndir í einum hyli hjá Dansk Hydraulisk Institutt fyri at vita, hvar á Trongisvágsfirði tað er best at leggja eina nýggja samferðsluhavn.
Nú nýggj suðuroyarferja skal setast í sigling í 2004, verður tað eisini neyðugt at gera nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
Tað verður landið, sum skal byggja og eiga nýggju samferðsluhavnina í Trongisvági og fyribils metir Landsverkfrøðingurin, at hon liggur best fyri ímillum húsið hjá Bilaeftirlitinum og Lítluholmar, ið eru nakað uttanfyri samferðsluhavnina á Drelnesi á syðra armi á Trongisvágsfirði.
Á Hydraulisk Institutt er modell gjørt av Trongisvágsfirði og royndirnar, sum skulu gerast fyrst í mai mánað, skulu vísa, akkkurát, hvar á fjørðinum tann nýggja samferðsluhavnin liggur best.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað, sum dentur verður lagdur á, at havnin skal gerast so, at tað ber til hjá nýggja suðuroyarskipinum at leggja at, bæði eystur og vestur og norður og suður, alt eftir, hvussu ættin er.
Atløgubryggjan norður og suður verður bara eitt grótkast við stabbum á, sum hann kann leggja at.
Samstundis skulu royndirnar vísa, hvussu havnin fer at ávirka viðurskiftini á norðursiðuni.
Og nú modell kortini er gjørt av fjørðinum, er eisini ætlanin at royna, hvussu ein moli frá syðra landinum, út á fjørðin, fer at avirka viðurskiftini inni á fjørðinum.
Men borgarstjórin sigur, at ein slíkur moli verður ikki gjørdur nú, tí hann er eitt kommunalt mál burturav, sum liggur langt frammi í tíðini.

Má byrja í vetur
Finnleif Guttesen sigur, at skal samferðsluhavnin verða liðug samstundis sum nýggja suðuroyarskipið, verður neyðugt at fara undir arbeiðið longu í vetur.
? Landsverkfrøðingirin metir, at tað verður neyðugt at bjóða arbeiðið út í heyst, so at farast kann undir tað fyri ársskiftið.
Enn er nógv ívamál eftir, sum ikki eru avgreitt, eitt nú, hvussu verður við farstøð á ferjuleguni og, hvaðani grótið til leguna skal koma.
Finnleif Guttesen sigur, at eitt, sum hevur verið frammi, er at sprongja tunnil inn í lendið, sum so kann brúkast til goymslurúm onkusvegna, sum í Fuglafirði, men tað allarbesta hevði sjálvsagt verið at tengt arbeiðið saman við einum tunli ímillum Øravík og Hov.
Men borgarstjórin vísir á, at á landsins fíggjarætlan fyri í ár er onki sett av til arbeiðið, uttan 2,6 milliónir til modellroyndirnar og aðrar fyrireikingar.
? Tí verður neyðugt við eini eykajáttan í ár til arbeiðið, sigur hann
Landsverkfrøðingurin hevur mett, at nýggja samferðsluhavnin fer at kosta 50-75 milliónir.