Fara í summarfrí í kvøld

15. umfar í landskappingini, sum er tað síðsta undan summarsteðginum, er á skránni í kvøld

Í kvøld fer landskappingin í fótbólti í summarfrí, tá ið 15. umfar er avgreitt. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 19 uttan tí í Runavík, at NSÍ fær vitjan av EB/Streymi klokkan 18.

Vit eru millum søkurnar. At tað er hásummar kennist á veðrinum, sum er avbera gott at spæla fótbólt.

 

Víkingur-HB: Dagfinn Forná kl. 19.00

NSÍ-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 18.00

Skála-KÍ: Rúni Gaardbo kl. 19.00

B36-ÍF: Nermin Cisic kl. 19.00

AB-B68: Páll Augustinussen kl. 19.00

 

Støðan undan 15. umfari

B36 34

HB 29

Víkingur 25

NSÍ 21

KÍ 20

EB/Streymur 19

ÍF 17

AB 10

B68 9

Skála 6