Landsstýrið fer nú í hernað ímóti rúsevnum í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at Landsstýrið ásannar, at støðan við hørðum rúsevnum ímillum ung, er sera álvarsom. Tí hevur landsstýrið gjørt av at seta munadygg tiltøk í verk fyri at basa smugling, framleiðslu, og nýtslu av rúsevnum.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við støðuna, og Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at hetta er eitt mál, sum landsstýrið leggur stóran dent á at fáa bilbukt við.
Tískil hevur landsstýrið nú gjørt av at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri allar viðkomandi myndugleikar, ella Løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Kommunufelagið og Politiið at arbeiða við málinum
Arbeiðsbólkurin hevur tvær uppgávur. Í fyrra lagi skal hann koma við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin og í øðrum lagi skal hann koma við uppskotum um, hvørji stig síðani skulu takast.
Og skotbráið verður stutt, tí í seinasta lagi um 14 dagar skal arbeiðsbólkurin lata landsstýrinum eina lýsing av, hvørji tiltøk skulu setast í verk alt fyri eitt fyri at tálma nýtsluni av rúsevnum.
– Tá ið hetta arbeiðið er gjørt, skal arbeiðsbólkurin undir annan part av arbeiðssetninginum, sum er meira víðfevndur. Í hesum sambandi skal hann handa landsstýrinum eina heildarætlan um, hvørji tiltøk skulu seta í verk, so vit fáa bast trupulleikanum við rúsevnum í framtíðini.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er av størsta týdningi, at vit hava eitt munadygt eftirlit, fyri at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar.
– Eg kundi hugsað mær, at vit høvdu eitt nógv strangari eftirlit, enn vit hava, sigur hann. Men hann ásannar, at tað er eitt málsøki, sum liggur undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.