Fara at tosa um nógv viðurskifti sum ávirka trygdina

Í næstu viku hittast politisku oddafólkinií ríkisfelagsskapinum til fundar í Føroyum

##med2##

 

Í næstu viku, ella hósdagin 9. juni, verður ríkisfundur í Føroyum og samstundis verður eisini fundur í nýggja samstarvsráðnum í ríkisfelagsskapinum. Á ríkisfundinum tað teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkinum, Mette Frederiksen úr Danmark, Bárður á Steig Nielsen úr Førouyum, og Muté B. Egede úr Grønlandi, sum hittast. Í samstarvsráðnum eru tað ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Føroyum og í Grønlandi, sum hittast.

 

Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum í ár og nú øll politisku oddafólkini í ríkisfelagsskapinum hittast, er onki at ivast í at tey fara at umrøða trygdarviðurskiftini í Evropa og í Norðuratlantshavi júst nú.

 

Samstarvið ímillum londini í ríkisfelagsskaponum gongur væl, sigur Bárður á Steig Nielsen nú upp undir fundirnar og hann ivast heldur ikki í, at tey fara at umrøða støðuna í Evropa í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Hann ivast heldur ikki í, at tey fara at tosa um avtaluna, sum er skrivað undir um at styrkja verjuna og trygdina í Arktisk. Tað er tann avtalan, sum hevur fingið heitið kapasitetspakkin.

 

Í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi, varð løgmaður eisini spurdur um spurningurin um radaran á Sornfelli eisini avgreiddur í næstu viku.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Bárður á Steig Nielsen svaraði upp á tað, og hoyr hann greiða frá ríkisfundinum, og fundinum í samstarvsráðnum annars.