Fara at útbyggja Hoyvíkshøllina

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at útbyggja Hoyvíkshøllina, og arbeiðið verður nú fyrireikað til útbjóðing. Mentamálnevndin í Tórshavnar býráði hevur seinastu tíðina arbeitt við útbygging av Hoyvíkshøllini.

- Hoyvíkshøllin varð bygd í 2002 sum ein venjingarhøll.

Síðani er virksemið vaksið ár eftir ár og eru betraðar umstøður harðliga tiltrongdar. Útbyggingin fevnir um ein tilbygning á tilsamans 520 fermetrar oman úr høllini. Í bygninginum verður forhøll, umklæðingarrúm, goymsla og vesi. Á loftshæddini verður møguleiki fyri felagstiltøkum av ymsum slagi, sigur Jákup Símun Simonsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Útbyggingin fer at betra munandi um umstøðurnar bæði hjá íðkandi, áskoðarum og hjá vitjandi í høllini. Eisini verða møguleikarnir betraðir hjá teimum, ið fyriskipa og eru rundanum tað, ið fyriferst í høllini.

- Sum limur í Mentamálanevndini hevur tað verið hugaligt eisini at tikið stig til ungdómsvirksemi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ? Klubb 188. Hesi stig fara at menna trivanðin enn meira í býarpartinum, har børn og ung kunnu møtast undir tryggum og mennandi karmum, sigur Jákup Símun Simonsen.