Fara at reisa føroyskan minnisvarða í Onglandi

Talan skal vera um ein minnisvarða til minnist føroyska stuðulin til Stórabretlands undir krígnum

Føroyskir fiskimenn førdu nógvan fisk til Stórabretlands undir krígnum

 

 

Lunnar eru nú lagdir undir eina verkætlan, The Faroe Islands War Memorial Project, ella krígsminnisverkætlanin, sum hevur til endamáls at fíggja og seta upp eitt listaverk, ein minnisvarða, til minnis um føroyska stuðulin til Stórabretlands undir krígnum.

 

Í hesum sambandi verða føroysk listafólk boðin til eina hugskotskapping og burtur úr tí, verður so eitt uppskot valt. Minnisvarðin skal sostatt sniðgevast og gerast í Føroyum og  í størst møguligan mun skal tað vera úr føroyskum tilfari.

 

Men stigtakararnir siga, at verkætlanin skal eisini fíggjast, og tískil eru peningagávur, bæði einstaklingum og bólkum, kærkomnar.

 

Tá ið minnisvarðin er liðugur, verður hann reistur í krígsminnislundini, National Memorial Arboretum, í Staffordshire uttan fyri Birmingham í Onglandi.

 

– Har fer hann at fáa sítt uppiborna pláss saman við hundraðtals øðrum krígsminnum, sum hvørt sær hevur sína serligu søgu at siga stigtakararnir, Vanessa Farmery,  Zach Ellison og  Ingolf S. Olsen

 

Søgan um føroyska leiklutin undir krígnum er væl kend her heima. Bretar hertóku Føroyar á vári 1940 og tá vóru vit eitt danskt amt. Føroyska fólkið tók beinanvegin væl ímóti bretum og fór at samstarva við teir.

 

Frammanundan valdaði drúgt vinalag ímillum fólkini í grannatjóðunum báðum, og ígjøgnum øll stríðsárini stuðlaðu føroysku fiskimenninir bretum við áhaldandi at sigla fisk niður á bretska meginlandið.

 

Tær flestu sluppirnar høvdu sín uppruna í Bretlandi, men tær vóru gamlar og ofta kallaðar dangur. Tað sigst, at navnið komst av, at áðrenn tær vórðu keyptar til Føroya, lógu tær uppankraðar ymsastaðni í Stórabretlandi og høvdu ávaringarskelti við orðinum “danger” – vandi – á sær, tí tær vóru í so ringum standi,

 

Føroysku sluppirnar og kolfýrdu trolararnir sigldu vandasjógv í Norðuratlantshavi krígsárini – fyri fyrstu ferð í søguni undir egnum flaggi – og fleiri teirra fórust av krígsávum.

 

Tað er sagt, at enski forsætisráðharrin Winston Churchill við krígslok lovaði, at bretar ongantíð skuldu gloyma Føroyar, sum hjálpti til at breyðføða fólkið undir atlantisku blokaduni – og hetta við so stórum ofrum.

 

Men sum frá er liðið, eru tað støðugt færri fólk í Bretlandi, sum minnast leiklutin, ið Føroyar høvdu undir krígnum, og sum, upp á seg, var rættiliga týdningarmikil. Stuðulin út Føroyum hevði alstóran týdning fyri tey sameindu londini og missurin, landið var fyri, var ómetaliga stórur.

 

Málið hjá the Faroe Islands War Memorial Project er at halda lyftið hjá Winston Churchill og tryggja, at henda søgan ongantíð verður gloymd í Stórabretlandi, siga stigtakararnir.

 

Til ber at lesa meira um føroysku verkætlanina á www.fiwmp.com, og  um National Memorial Arboretum í Staffordshire á teirra heimasíðu, https://www.thenma.org.uk/

 

Føroyskir fiskimenn førdu nógvan fisk til Stórabretlands undir krígnum