Fara at kapprenna runt Agnið

-

Leygardagin skipa Roysnið og Runavíkar Timburhandil fyri rennikapping runt tað sonevnda Agnið.

Byrjað verður við Tofta skúla kl. 14.30. Runnið verður úteftir, niðan á Agnið, omanav aftur inn til Saltnes. Málið er á Tofta kei. Fyrstu 2,5 kilometrarnir eru í brattari mótbrekku. Síðan kemur ein 5,5 km langur teinur í undanbrekku. Seinastu 2,5 km eru rímuliga slættir.

Kappingin hevur verið fastur táttur hesi seinnu árini. Seinastu tvey árini hevur Guttorm Sørensen vunnið kappingina. Skjótast rann hann í 1997, tá hann nýtti 37,15 minuttir um tann 10,5 km langa teinin.

Spennandi verður, hvussu veðrið fer at roynast leygardagin. Tað hevur nevniliga víst seg, at regn og vindur er ein fastur partur av renningini runt Agnið.

Runavíkar Timburhandil letur steyp og heiðursmerki til vinnandi kvinnurnar, mennirnar og børnini.

Tey, ið hava hug at royna kreftir við "Agnið" leygardagin, eiga at møta við Tofta Skúla kl. 13.30.