Í heyst lýsti Klaksvíkar kommuna eitt øki í nýggju útstykkingini á Fossum til sølu. Ein verkætlan varð lýst fyri lendið, har 13 randarhús skulu byggjast.
- Inn komu tvey tilboð, og var tað byggifyritøkan Malltek, sum átti besta uppskotið.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Í verkætlanini fyri økið verður lýst, at talan er um randarhús, og at búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir.
Støddin á randarhúsunum liggur um 9 x 22 metrar, og soleiðis verða tey umleið 200 fermetrar hvørt húsið.
Alt økið á Fossum er 2600 fermetrar.
- Eg eri sera fegin um, at henda verkætlanin nú fer í gongd, og at glið kemur á byggingina á Fossum. Hetta er ein forkunnug verkætlan og eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, sigur borgarstjórin, Karl Johansen.
Í býráðnum í Klaksvíkar kommunu eru tey sera spent upp á, hvussu hendan verkætlan kemur at eydnast.
- Tað er eingin ivi um, at vit hava stóran tørv á fjølbroyttum bústøðum, og tí er hetta nakað, sum vit vóna og væntað, at fólk fara at taka væl ímóti, sigur borgarstjórin.
Byggifyritøkan Malltek sigur, at í løtuni verður uppskotið endaliga projekterað, og vónað verður, at arbeiðið kann fara í gongd í summar ella eftir summarfrítíðina.