Nú verður tiltakið at halda ein móðurmálsdag, tikið upp aftur. Móðurmálsdagurin verður mikudagin 25. mars, sum er føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb, ið eisini ofta verður nevndur faðirin at føroyska skriftmálinum. Og á móðurmálsdegnum verður eisini latin ein móðurmálsvirðisløn. Tað eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám, sum skipa fyri degnum og virðislønini. Forløgini Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags stuðla eisini tiltakinum. Í sambandi við tiltakið heita fyriskipararnir á skúlar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í síni heild í landinum, um at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í undirvísingini í føroyskum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.
Móðurmálsvirðislønin í ár verður handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Seinnapartin móðurmálsdagin vera fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í Norðurlandahúsinum og um kvøldið verður Móðurmálsvirðislønin handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp.
|