Nú verður kappróður aftur at síggja í Leirvík og Gøtu. Fyrr vóru feløgini LÍF kappróður og GÍ kappróður. Nú er fyrireikingarnar at seta á stovn nýtt felagskappróðrarfelag farnar í gongd.
Les eisini: Drekin Reyði aftur í ár
Ætlanin er at hava stovnandi fund í komndi viku. Fundurin verður leygardagin 25. feburar í Eltalvuvirkinum. Tað hevur í seinastuni verið nógv tosað um at stova nýtt kappróðarfelag, síðani kommunuvalið í Eysturkommunu.
Í løtuni er fótbólturin stóra ítróttargreinin í økinum. Víkingur vann millum annað FM heitið á fyrsta sinni farna kappingarár.