Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði í vikuni eitt boð upp á ársins mál í Íslandi, tá ÍBV spældi 2-2 javnleik móti Vali í steypakappingini. Gøtumaðurin so meddaði bóltin upp í málhornið úr næstan 30 metrum.
Málið sæst við at trýsta HER (Visir.is - 1.08 min)
Vísir.is hevur sjónbandamyndir frá dystinum. Har sæst at talan er um eitt mál í serflokki. Valur hevur lagt seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki svara ÍBV aftur. Kaj Leo í Bartalsstovu fær bóltin miðskeiðis á hálvuni hjá Vali, tá hann leggur hann til rættis og smekkar til.
Bólturin tekur í yvirleggjaran og brestur í málið. Málverjin hevur ongan møguleika. Eitt boð upp á ársins mál.