Fantastiskt í Grønlandi

Ein spontan avgerð um at fara til Grøn­lands at ansa børn­um, hevur givið mær eitt tað besta upp­livil­si, sum eg havi havt, sigur Joan Waag Høgnesen úr Vest­manna

Hálvan januar las Joan Waag Høgnesen í Sosiali­num um eina familju í Grøn­landi, sum leitaði eftir ein­ari føroyskari gentu at koma at ansa dóttir teirra. Unga vestmannagentan, sum í 2007 var í Ukraina har hon hálpti gøtubørnum, smekk­aði til beinavegin – hetta var ein møguleiki hon ikki mátti lata fara aftur við borði­num!

Hon ringdi og avtalaði ein fund við parið, sum júst tá var heima í jólaferiu. Fund­ur­in teirra millum vardi ikki leing, tí ‘kemiin’ var beinanvegin í lagi. Før­oys­ka parið var Sæunn og Bjart­ur Nolsøe. Bjartur er kreditt­leiðari í Grøn­lands­banka­num og Sæunn starv­ast hjá Grønlands Tele. Joan sigur, at fundurin gekk meir út uppá at tosa um, hvørja fram­tíðarætlan føroyska par­ið í Grønlandi hevði við eini barnagentu.

Svav 18 tímar

14 dagar seinni var Joan farin úr arbeiðnum hjá sær á Vestmanna Fiskavirkið og stóð nú í kava­klædda Nuuk, púra ‘forvirrað’, sum hon tekur til.

 

- Eg hugsaði um, hvat eg hevði rótað meg útí! Her – í hesum fyri mær full­komu­liga ókenda býnum – skuldi eg nú brúka næsta hálva árið saman við eini familju, sum hon bert hevði heilsað uppá einaferð!

Hetta var kortini óneyð­ug­­ur ótti, tí hetta skul­di vísa seg at verða eitt ta stórsta upp­livilsi hon hevur havt higar­til! Á flog­vøll­inum kom Sæunn L. Nolsøe og yngsta dótturin, Petra, eftir hen­ni. Joan skuldi búgva hjá nýggju hesi familjuni: Sæ­unn og Bjart­ur Nolsøe, og teirra trimum børnum: Bjørk, 7 ár, Beinir, 5 ár og Petra, 1 ár. Tey búgva í Eqa­lu­ga­­linnguit í Nuussuaq.

Tað var við spenningi Joan møtti síni nýggju famil­ju ein fríggjadag í Nuuk. Eftir ein drúgvan túr sum – umvegis Keyp­man­na­havn og Kangerslusuaq – tók 3 dagar, var Joan endi­liga í Nuuk nýggja heim­­landi sínum komandi hálva árið Grønland.

Hvørt langa reisan var or­søk­in, møði, nervar, bangi­lsi ella hvat, veit Joan ikki, men fyrsti blundurin í Grønlandi vardi 18 tímar!!

- Eitt sindur flovsligt, sigur Joan við einum smíli, men eg slapp so undan trupul­leikunum við ‘jet­lag’, sigur hon.

Longu mánadagin eftir var hennara fyrsti ar­beiðs­­dagur í húsinum. Upp­gávan hevur fyrst og fremst verið at ansa eftir yngsta barni­num Petru, og hereftir ann­að fyrifallandi arbeiði runt í hús­in­um, sigur Joan.

Arbeiddi á sambýli

Tað gekk eitt sind­ur striltið í fyrs­tani, men so við og við kom Joan at kenna familj­­u­na ordiligt og tey hana, síð­an tá hevur hevur gingið sera væl. Teimum eldru børn­unum dáma væl at hava gentu í húsinum, sum tím­ur at roksa og fjasa eitt sind­ur innímillum. Joan, sum dámar væl at passa børn, heldur, at hetta er eitt ordans upplivilsi.

Petra dugdi ikki so væl at práta, tá ið eg kom yvir, men nú dugir hon væl – er vaksin nógv síðani í januar! Joan sigur, at tey búgva eitt sindur burtur frá býnum, men tað er so deiligt at fara ein langan spákitúr oman í býin við barnavogni, bæði í kava og sól.

Joan hevur 8 tíma langan ar­beiðs­dag hjá Sæ­unn og Bjarta og tí hevur hon sett sær fyri at koma at ken­na grønlendingar og teir­ra arbeiðslív. Hon setti eina lýsing í lokala blaðið, og seinastu tveir mánaðirnir hevur hon nøkur kvøld eftir lokn­an arbeiðsdag hjá Sæ­unn og Bjarta fingið sær eitt annað arbeiði á einum eldrasambýli í Nuussuaq. Samstundis forvinnur hon nøk­ur eyka oyru, nú hon er heiman­ífrá.

Staðið eitur Ippiarsuk og hevur 21 búfólk. Joan held­ur, at tað er super arbeiðs­pláss við góðum fólki og upp­gávum! Joan hevur eisi­ni í praktikk á Verkstaðnum Vón á Argjum, so arbeiðið á hesum heiminum er ikki ókent fyri hana. Joan sigur, at hennara framtíðarætlan er, at hon fer at lesa okkurt inn­an pedagogikk, til dømis sosial­pedagog, har kann hon arbeiða við menn­ing­ar­tarn­aðum í Føroyum.

Skeiv mynd av Grønlandi

Joan sigur, at Nuuk er ein bý­ur á stødd við Havnina. Har búgva umleið 17.000 fólk og er býurin lættur at ferð­ast í. Hon leggur afturat, at Nuuk er øgiliga isoler­aður, líka sum allar tær smáu bygdirnar í Grønlandi. Í Føroyum kanst tú koyra úr Gásadali til Viðareiðis, men í Nukk er eingin vegur til ella frá Nuuk. Skal man nakra­­staðni, so er tað við flúgvara ella báti, og so má man jú seta sær nakrar dagar av í kalendaranum til tað.

Joan heldur at tað er mill­um annað tað sum er so sjarmerandi við Grønlandi. Uppfatanin av fólkunum í Grøn­landi hevur hon broytt. Fólk­ini eru av teimum allar fittastu her í býnum. Áðrenn eg fór avstað helt eg at Grøn­land var bara alkohol og elendigheit, men hetta vísti seg at verða ein skeiv mynd eg hevði fingið, sigur Joan og leggur afturat, at her er fantastiskt at verða í Nuuk.

- Nei, sigur Joan eg skal ikki gera tað betur enn tað er í Grønlandi, tí støðan er ring millum ávísar bólkar, men flestu fólkini eru stás menniskju, ið vilja tað besta fyr landið og fólkið hjá sær.

Tað vísti eisini valið, sum júst hevur verið her, sigur Joan. Siumut-flokkurin við Hans Enoksen hevur sitið við ræðið í 12 ár nú, og nú varð IA-flokkurin valdur inn við heili 44%. Nú skal vend koma í í Grønlandi! og tað er spennandi sigur Joan.

Á skíð og kavaskutara ...

Spurd um tað eru nógvir út­lend­ingar í Grønlandi, sig­ur Joan avgjørt ja, og hon heldur, at tað er so stutt­ligt í Grønlandi, at so nógv­ir nationalitetir møtast. Hon sigur frá, at eitt kvøldið hon var úti saman við eini nýggjari russiskari vinkonu, sótu tær saman um eitt borð og prátaðu.

- Har var eg, føroy­ing­­ur, ein russari, ein dani, grøn­lend­ingur og ein týskari, øll møttust har av tilvild fyri at fáa eina góða upp­living, sigur hon við ein­um smíli.

Harumframt hevur hon tosað við fólk úr Afrika, Filips­oyggj­unum, Íslandi, Canada og onn­ur. Ótrúligiga stutligt.

Nú eru næstan fimm mánað­ir gingnir síðani Joan fór til nyggja landið, nógv ís­fjøll eru bráðnað og hon hev­ur upplivað nógv á ferð­ini.

Millum annað hevur hon lært at staði á skíð, koyrt við kavaskutara uppi í fjøl­l­un­um, sæð eina ísbjørn, et­ið grønlendskan mat, ver­ið bátatúrar í fjørðinum, sæð tað vakrasta norlýsið og sólsetur, vitjað heimsins størsta postkassa, verið til før­oyingakvøld saman við eini 50 føroyingum í Nuuk, for­telur hon stolt í telefonini úr Nuuk.

Heimligt

Joan sigur at hon kundi nevnt nógv aftrat hasum! Ja, eitt hendingarríkt hálvt ár, og tað er ikki liðugt enn! Hon heldur at tað var eitt sindur undarligt at halda sín 21 ára føðingardag har yviri, uttan alla familjuna. Hóast langt vekk, so hugn­aðu tey sær tann dagin við kaku, føroyskum fløggum og gávu.

Joan gleðir seg at koma heim.

- Nú er ikki leingi til retur-­­bilettin skal brúkast. Tað verður undarligt at fara frá staðnum sum hevur ver­ið dagligdagurin hjá mær í eitt hálvt ár, sigur hon

Hon sigur, at tað følist so heimligt her í Nukk eftir­hond­ini. Nýggir vinir, kenn­­ingar og enntá fleiri av teim­um føroyingar, sum hon helst ikki missir sam­bandið við.

- Ordiliga stuttligt! Men tað verður ótrúliga deiligt at síggja øll aftur har heima, men tað verður uttan iva við sorgblídni, at eg hyggi nið­ur á Nuuk úr Air Green­land flogfarinum á veg uppfrá flogvøllinum í Nuuk a veg til Føroyar aftur, sigur Joan, ið eisini upplýsir, at hon hevur skrivað blog inni á www.getjealous.com/joan­waag­hogn­e­sen so gott sum hvørja viku síðani hon kom til Grønlands. Míni “for­eld­ur” í Grønlandi, Sæ­unn og Bjartur hava veruliga givið mær eitt ord­ans upplivilsi og tað gloy­mi eg teimum ongantíð aftur, sigur Joan at enda, men vil fegin leggja afturat, at hetta er ikki seinastu fer hon er í Grønlandi.