Hátíðarhald var í Fámjin í gjár, har sera nógv fólk komu saman í samband við, at kirkjan í Fámjin er 150 ár.
Jógvan Fríðriksson, biskuper, prædikaði, og segði millum annað:
Á 150 ára føðingardegnum hjá kirkjuni í Fámjin verður staðfest, at okkara fyrsta Merkið, flaggið, ið eyðkennir Føroyar mítt land, fekk innivist í kirkjuni her á staðnum. Ein av bygdarinnar synum var við til at skapa litirnar og seta teir á dúkin, ið vit kalla Merkið.
Í Suðuroynni er vøggan hjá samleika føroyinga avmyndað og væl vard. Eyðvitað eru øll økir í landinum við til at skapa samleika føroyinga, men her suðuri á landi er samleikin avmyndaður í Merkinum.
Tað politiska landslagið arbeiðir við at fáa Merkið viðurkent á fleiri altjóða pallum t.d. innan ítróttin. Løgtingið og Landsstýrið royna at vinna Føroyum sæti og eitt eyðsýnt pláss, so har merkini veittra veittrar eisini mítt.
Merkið í Fámjins kirkju er ein dýrgripur fyri føroysku tjóðina. Tað bindur okkum saman, so tjóðskaparandin fær luft undir veingirnar, tá ið kvinnur og menn eru við í leikum og ítróttar brøgdum í altjóða kappingum uttanfyri landoddarnar. Tað sæst og hoyrist, at her á landi býr eitt mergja fólkaslag.
Øll prædikan kann lesast á folkakirkjan.fo.











