Familjupolitikkur í tí góða samfelagnum

   

Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at raðfesta børnini høgt. Týdningarmesta fortreytin fyri hesum er ein góð barsilsskipan, og ikki tað misfostur, ið fráfarandi samgonga ætlaði at seta í verk. Barnsburðarfarloyvi í eitt ár við løn er minsta kravið. Eisini skal samfelagið eggja báðum foreldrum til at vera saman við børnunum. At skapa karmar so bæði foreldur fáa ein part av farloyvinum saman hevði verið ein góð byrjan.
Lagaligar skipannir á arbeiðsmarknaðinum meðan børnini eru smá, til dømis fyrstu trý árini, fyri bæði foreldrini, eigur at vera kannað.
Í triðja lagi eiga politikarnir at lóggeva fyri, hvussu nógv børn og foreldur kunnu útsetast fyri av reklamuágangi, har einasta endamálið er, at børnini skulu gerast forbrúkarar, ongantíð ov tíðliga. Hetta er ikki lætt at seta í verk, men er viljin til staðar, so ber til at gera lóggávu, ið verjir foreldur og børn ímóti sølufremjandi tiltøkum frá virkjum, ið framleiða brúksvørur serliga til børn.
Tað góða samfelagið hevur ein familjupolitik, ið setir børnini í hásæti, og tað hevur tú trygd fyri um tú velur Javnaðarflokkin.