Familjugudstænasta í Argja kirkju

Nú sunnudagsskúlin byrjar aftur í Argja kirkju, verður skipað fyri familjugudstænasta í kirkjuni Í morgin.

Vit venda okkum til børnini, og vit venda okkum til alla familjuna.

Teksturin er lættur at skilja, og sangirnir lættir at syngja.

Onnur ljóðføri verða nýtt, og fleiri taka lut í gudstænastuni.

Altargongd verður, og kirkjukaffi aftaná, har eisini hugsað verður um børnini.

Bergur D. Joensen verður prestur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

ARGJA KIRKJA