Í morgin, flaggdagin, hevur Róðrarfelagið Knørrur familjudag á Skálatrøð
Hetta er árligt tiltak hjá høvuðsstaðarfelagnum, og dagurin verður sum vanligt hildin við andlitsmáling, fiskibrunni, køkutombola, hoppiborgum, bátarógving og øðrum. Og sjálvandi ber eisini til at keypa sær nýbakaðar vaflur og ein góðan kaffimunn.
Tiltakið byrjar klokkan 12 og varir so leingi, ið fólk er. Inntøkan fer øll til virksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri.










