Tað er í dag, at varðhaldsfongslingin av teimum báðum skuldsettu í málinum um lagnuna hjá Birnu Brjánsdóttur gongur út, og um middagsleitið fer løgreglan at taka avgerð um, hvørt tey fara at biða um longda fongsling.
Í morgin klokkan 15 fer Birna Brjánsdóttur til gravar úr Hallgrímskirkjuni, og í samband við jarðarferð og ervi hava foreldur hennara inniliga heitt á miðlarnar um at vísa atlit og ikki taka nærmyndir av familju, vinum og kenningum.
Teir báðir skuldsettu hava nú sitið varðhaldsfongslaðir í tvær vikur. Løgreglan ynskti upprunaliga, at varðhaldsfongslingin skuldi vara í fýra vikur, men hesi umbøn eftirlíkaðu hvørki dómari ella Hægstirættur í Íslandi.
Tað var umborð á trolaranum, Polar Nanoq, at løgreglan, sum fleyg við tyrlu út á skipið, handtók teir báðar menninar, sum sita í varðhaldi. Tá varð eisini ein annar triðji maður handtikin, sum seinni varð leyslatin aftur.
Annar av teimum, sum sita í varðhaldinum, er eisini skuldsettur fyri at hava ábyrgdina av stívliga 20 kilo av hasi, sum tollarar seinnu funnu umborð á Polar Nanoq.
Hóast nýggjar avhoyringar í gjár og fyrradagin, har løgreglan hevur lagt ymiskt fyri menninar, sum komið er undan kavi í kanningunum, hevur hvørgin teirra í varðhaldinum játtað seg sekan í lagnuni hjá Birnu Brjánsdóttur.
Tað er íslendska ríkisútvarpið - RUV - sum skrivar hetta í morgun.