Úr Hoyvík er familjan hjá Vilhelmi Poulsen komin at hyggja eftir føroysku EM dystunum. Tey eru foreldrini Frida og Símun, og systkini Helgi og Anna.
Vilhelm spælir á høgra bakki og er ein spælaranum á liðnum, sum er lámur. Vit kunnu kanska siga, at Vilhelm skrivaði søgu í fyrsta EM dystinum í gjár, tá hann var fyrsti føroyski leikarin, ið hevði fyrstu skotroyndina á slovenska málið eftir 1 minutti og 19 sekundum, men tíverri bjargaði slovenski málmaðurin hegnisliga við vinstra fóti. Tá var støðan 0-0.
##med2##
Vilhelm Poulsen fekk tvey mál í dystinum av fýra skotroyndum.
Vilhelm Poulsen, sum er uppvaksin í H71, spælir við Lemvig-Thyborøn Håndbold í bestu donsku deildini.
##med3##












