Familjan als ikki við

Javnaðarflokkurin fílist á, at Hvítabók als ikki viðgerð støðuna hjá vanliga føroyska húskinum eftir eina møguliga loysing frá Danmark

Tað fellur ikki í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum, at vælferðin hjá vanligu føroysku familjuni als ikki er viðgjørd í Hvítubók ella nøkrum av fylgibindum hennara. Flokkurin vísir á, at Hvítabók einans viðgerð landsbúskapin sum heild, men viðmerkir, at hesar útrokningar eru alt ov bjartskygdar og kunnu als ikki væntast at halda.

Fyri at geva eina mynd av støðuni hjá vanliga føroyska húskinum eftir loysing frá Danmark, hevur Javnaðarflokkurin sett saman eitt roknistykki. Í hesum roknistykki er indextalið 100 nýtt fyri keypiorkuna hjá vanliga føroyska húskinum í dag. Verður hetta samanborið við støðuna hjá einum vanligum donskum húski í dag, er talið 112. Javnaðarflokkurin vísir á, at hetta vil siga, at fyri hvørjar 100 krónur ein vanlig føroysk húsmóðir hevur at keypa fyri, so hevur vanliga danska húsmóðurin 112 krónur.

Í roknistykkinum hevur Javnaðarflokkurin roknað við einum búskaparvøkstri á 1,7 prosent um árið, og samanber hann støðuna í dag við støðuna um 20 ár. Tá er føroyska indextalið komið upp á 115 krónur meðan tað danska er komið heit upp á 175 krónur. Hetta merkir, at keypiorkan hjá føroysku familjuni veksur lítið og einki í mun til keypiorkuna hjá »familjen Danmark« eftir møguligu loysingina. Tískil heldur Javnaðarflokkurin tað beinleiðis vera óðamannaverk at leypa upp á fullveldisvognin hjá Tjóðveldisflokkinum.


Økt skattatrýst og máttloysi

Javnaðarflokurin roknar við einum øktum skattatrýsti, um fullveldisætlarnirnar verða framdar í verki, og væntar hann, at hetta fer at merkja, at føroyingar flyta av landinum í hópatali, eins og teir gjørdu í kreppuárunum. Og fer hetta at merkja, at næstan bert eldri fólk verða eftir í Føroyum.

Javnaðarflokkurin trýr nevniliga ikki uppá spádómarnar hjá Høgna Hoydal um, at føroyskt fullveldi fer at birta virkisfýsni í Føroya Fólk, soleiðis, at tey finna uppá nýggjar vinnur. Tvørturímóti heldur Javnaðarflokkurin, at minking í føroyska búskapinum og harvið eisini keypiorkuni og livistøðinum hjá føroysku familjuni fer at merkja máttloysi, eins og tað gjørdi í kreppuárunum fyrst í 90?unum. Sambært Javnaðarflokkinum er tað vísindaliga prógvað, at tíðarskeið við lægri livistøði als ikki hava við sær økt virkisfýsni, men heldur ger fólk bangin fyri at fara í gongd við nýggjar íløgur.

Fyri enn einaferð at strika undir, hvussu ovurbjartskygd Hvítabók er, vísir Javnaðarflokkurin á, at tað á blaðsíðu 102 í Hvítubók verður tosað um tillaginar í fiskivinnuni, ið gera, at tað almenna sleppur undan at rinda mistuløn. Sum Javnaðarflokkurin skilir hesa orðing, eru bert tveir møguleikar at føra hetta út í verki. Annar er, at mistalønin verður avtikin við lóg, og hin er, at fiskiskapurin verður so mikið góður, at als ikki verður neyðugt við minstuløn. Flokkurin vísir á, at um talan er um tað fyrsta, verður fíggjarliga støðan hjá sjómanninum ring, og at lítil og eingi líkindi eru fyri tí seinna møgulleikanum.


Breið semja

Løgmaður segði í Sosialinum leygardagin, at neyðugt er við breiðari semju um, hvat skal gerast viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya. Hesum er Javnaðarflokkurin samdur í, men hann vísir á, at um hetta er tað, hann í veruleikanum vil, eigur hann at taka initiativ, og vísir Jóannes Eidesgaard á, at Javnaðarflokkurin altíð er til at fáa samband við.

Men Javnaðarflokkurin leggur dent á, at hann ætlar sær at finna eina loysn á ríkisrættarligu støðuni innan ríkisfelagsskapin. Spurdur, um vert er at hugsa um hugtakið Frælsur Felagsskapur, sum er ein av møgulleikunum úr Hvítubók, svarar Jóannes Eidesgaard, at hetta kanska er ein møgulleiki, ið átti at verið kannaður nærri, og vísir hann á, at tað ikki er navnið á hugtakinum, men ítøkiliga støðan, ið er avgerandi fyri Javnaðarflokkin.