Falskur alarmur á Boðanesheiminum

Sløkkiliðið rykti út, tá fráboðan kom av Boðanesheimium, sum tíbetur vísti seg at vera falskur alarmur.

Sløkkiliðið rykti út, tá fráboðan kom av Boðanesheimium, sum tíbetur vísti seg at vera falskur alarmur.

 

Tað hendir seg viðhvørt, at brandstøðin fær fráboða um eld, sum vísir seg at vera falskur alarmur. Soleiðis eisini í kvøld, tá fráboðan kom av Boðanesheiminum um eld, men tað vísti seg bert at vera ein panna, ið var vorðin og heit.

 

Eldávaringarnar eru so fíntfølandi, at sjálvt ein ov heit panna settu teir í gongd.