Falsaðu milliónir av dollarum

Løgreglan í Kolumbia hevur avdúkað eitt harkalið av pengfalsarum og lagt hald á 2,6 milliónir amerikanskar dollarar. Tað vísti seg, at allir seðlarnir vóru falskir. Ein talsmaður hjá myndugleikunum sigur, at løgreglan hevur oyðilagt eina maskinu, sum kundi prenta millum tvær og tríggjar milliónir falskar dollarar um vikuna.

Fyribils hevur løgreglan tikið ein mann í sambandi við málið, men fimm aðrir eru skuldsettir og verða væntandi eisini tiknir og setir í varðhaldið, skrivar AP-tíðindastovan.