Størsta stjørnan á kolumbianska liðnum, Radamel Falcao, verður ikki Kolumbia til HM í summar. Tað gjørdist greitt í dag, tá kolumbianski venjarin setti navn á teir 23 leikararnir, ið skulu umboða Kolumbia til HM í summar.
Kolumbianski venjarin Jose Pekerman hevur annars bíðað til síðstu løtu við at tikið hópin út, tí at hann hevur vónað at Radamel Falcao kundi gerast klárur. Men læknarnir rundanum liðið hjá Kolumbia meta at tað er ein ov stórur vandi, um Radamel Falcao longu fer at spæla undir HM. Tískil má Falcao sita heima og fyrireika seg uppá eitt nýtt kappingarár við Monaco.
Teir 23 leikararnir, ið eru úttiknir fyri Kolumbia eru hesir:
Málverjar: David Ospina (Nice), Faryd Monragon (Deportivo Cali), Camilo Vargas (Santa Fe)
Verjuleikarar: Camilo Zuniga (Napoli), Pablo Armero (Napoli), Christian Zapata (AC Milan), Mario Yepes (Atalanta), Carlos Valdes (San Lorenzo), Santiago Arias (PSV Eindhoven), Eder-Alvarez Balanta (River Plate)
Miðvallarar: James Rodriguez (Monaco), Abel Aguilar (Tolouse), Carlos Sanchez (Elche), Fredy Guarin (Inter Milan), Juan Fernando Quintero (Porto), Aldo Ramirez (Morelia), Alexander Mejia (Atletico Nacional), Victor Ibarbo (Cagliari), Juan Guillermo Cuadrado (Fiorentina)
Áleyparar: Jackson Martinez (Porto), Teofilo Gutierrez (River Plate), Carlos Bacca (Sevilla), Adrian Ramos (Borrusia Dortmund)










