Falcao byrjar á beinkinum

Radamel Falcao byrjar úti á beinkinum fyri Manchester United, nú teir spæla móti QPR.

Radamel Falcao byrjar úti á beinkinum fyri Manchester United, nú teir spæla móti QPR.

 

Tað kom sum nakað heilt óvæntað, at Radamel Falcao skuldi byrja uttan fyri, nú Manchester United spælir landskappingardyst móti QPR á Old Trafford.

 

Louis van Gaal greiddi frá, at Falcao júst var komin úr Kolumbia, og at hann tí hevði jetlag. So hann helt tað ikki vera ráðiligt at lata hann byrja inni.

 

Tað hevur annars verið sagt av fleiri serfrøðingum, at tað fer at verða Juan Mata, ið verður settur út á beinkin.