Farið varð undir en-fø eftir leistinum hjá Gyldendal í 1990
Hon kom á marknaðin í 1992 (Stiðin)
Í 1996 varð farið undir danska-føroyska orðabók,
sum kom á marknaðin í 1998 (Stiðin)
Frá 2001 – 2003 varð føroysk-enska skrivað. (Sprotin)
Frá 2003 – 2005 – varð enska-føroyska endurskoðað. (Sprotin)
Í 2005 vóru bøkurnar lagdar á alnetið. (Sprotin)
Í 2008 er dátugrunnurin liðugur, og úr honum verða gjørd bók, fløga,
alnetútgáva, intranetútgáva og sms-orðabók. (Sprotin)
Teldufyritøkan Zenit í Havn hevur nógvar undirveitarar. Russiski undirveitarin hevur arbeitt saman við Sprotanum, og síðani hevur Sprotin arbeitt saman við grafisku stovuni Gramar í Havn um typograferingar, sniðgávu. Heimasíðan er gjørd í samstarvi við Vasti í Klaksvík. Prentsmiðjan Oddi í Reykjavík stóð fyri prentgerðini, og Oddi prentaði bøkurnar og fløgurnar á prentsmiðjuni Everbest í Hong Kong. Samskip sigldi bøkurnar og fl.øgurnar suður um Hornið og til Keypmannahavnar, og Faroship sigldi til bøkurnar og fløgurnar til Føroya.
Gramar prentgreiddi bøkurnar í 1992 og 1998. Oddi prentaði tað fyrru og Hestprent tað seinnu.









