Átta uppskot standa á grøna atkvøðuseðlinum, sum bretskir tinglimir í kvøld fáa útflýggjaðar.
Bretska tingið skal í kvøld klokkan 20 og 20:30 atkvøða um átta ymisk brexituppskot.
Her er ein stutt gjøgnumgongd av teimum átta uppskotunum:
– Fara úr ES uttan avtalu tann 12. apríl 2019.
– Fara úr ES og vera verandi í tollsamgonguni og ein partur av evropiska fríhandilsøkinum (Efta) og Evropiska Búskapar Samstarvinum (EBS).
– Fara úr ES uttan at vera í tollsamgongu, men sum partur av Efta og EBS.
– Fara úr ES og vera í tollsamgongu.
– Fara úr ES og vera verandi í tollsamgongu við tøttum tilknýti til innara marknaðin.
– Avlýsa brexit, dagin fyri tað skuldi verið, um tað er einasti máti at sleppa undan einum brexit uttan avtalu.
– Lata bretska fólkið vátta eina møguliga brexitavtalu á fólkaatkvøðu, áðrenn hon verður viðtikin.
– Seta skal í verk eitt stillstøðuskeið, har bretar enn gjalda til ES, men hinvegin eru tryggjaðir frían handil við ES.
Keldur: BBC, NTB, Sky News.
/ritzau/