Tað eru júst fýra ár síðani, at finnar valdu seinast og borgarliga samgongan undir leiðslu av Juha Sipilä, formanni í Centerpartiet, vann valið.
Her nøkur fakta:
– Finski ríkisdagurin, Eduskunta, hevur 200 limir, sum verða valdir í 13 valdømum
– Í løtuni eru 11 flokkar valdir í ríkisdagin.
– Sitandi stjórn hevur lítlan meiriluta upp á 103 limir.
– Borgarliga stjórnin fór frá 8. mars vegna stríð um heilsunýskipan.
– Meiningakanningar vísa, at tað kann vera stjórnarskifti í Finnlandi. Javnaðarflokkurin liggur á odda í meiningakanningunum. Konservativi Samlingspartiet er á øðrum plássi
– Eingin flokkur stendur tó til at fáa reinan meiriluta, so talan verður aftur um eina samgongustjórn.
Keldur: Helsingin Sanomat, Reuters, dpa.
/ritzau/