? Í november mánaði 2004 innstillaði stýrið fyri Nordisk Journalistcenter (NJC) í Århus Birgir Kruse til starvið sum stjóri fyri NJC. 14 umsøkjarar vóru til starvið, men Birgir Kruse varð innstillaður av stýrinum. Norðurlendska Ráðharraráðið skuldi endaliga seta starvið.
? 1. februar 2004 byrjaði Birgir Kruse í starvinum sum stjóri fyri Nordisk Journalistcenter. NJC skipar millum annað fyri skeiðum fyri norðurlendskar journalistar.
? Í døgunum frá 27. til 29 oktober kannaði danska Ríkisgrannskoðanin roknskaparlig viðurskifti á NJC í samband við ársroknskapin fyri 2004. Ríkisgrannskoðanin helt seg tá koma fram á ymisk viðurskifti, sum vóru mett sum óreglulig.
? Tann 7. oktober kom Ríkisgrannskoðanin við sínari frágreiðing um viðurskiftini á NJC. Í frágreiðingini vóru tyngjandi upplýsingar um stjóran, sum millum annað hevði brúkt pengar hjá NJC uttan neyðuga heimild, hevði fingið endurgoldið uppihaldspengar fyri eina ferð í Føroyum av órøttum og hevði havt eina generella ovurnýtslu av pengum í sambandi við verkætlanir. Harafturat vóru eisini tyngjandi upplýsingar av meira persónligum slagi um stjóran.
? Longu dagin eftir, tann 8. oktober 2004, mælti stýrið fyri NJC norðurlendska Ráðharraráðnum til, at stjórin varð sagdur úr starvi.
? Norðurlendska Ráðharraráðið fór undir eina hoyringsrundu fyri at koma til botns í málinum, og hendan hoyring endaði við einum fundi tann 8. februar 2005, har Birgir Kruse var ein av luttakarunum.
? Tann 14. februar varð eitt ætlanarskriv sent til Birgir Kruse, har tað varð gjørt honum greitt, at Ráðharraráðið fór at siga honum úr starvinum sum stjóri fyri NJC. Í skrivinum var grundgivið neyvt fyri, hví Ráðharraráðið hevði mist álitið á føroyska stjóranum og vildi siga honum úr starvi. Birgir Kruse fekk tvær vikur til at svara skrivinum, áðrenn avgerðin varð sett í verk.
? Birgir Kruse er nú sagdur úr starvinum og hevur seks mánaðar uppsagnartíð.