Fangalegan Auschwitz var í Póllandi undir seinna heimsbardaga.
Holocaust er heitið á skipaða fólkamorðinum hjá nazistunum á umleið seks milliónir jødar undir Seinna Heimsbardaga.
Orðið hevur grikskar røtur og merkir »brendt« ella »brunaoffur«.
Shoah – katastrofa – er nýtíðar jødisk-hebraisk lýsing fyri Holocaust.
Nazistarnir komu til valdið í Týsklandi í 1933. Og teir stjórnaðu landinum, til Týskland tapti Seinna Heimsbardaga í 1945.
Nazistýrið drap umleið seks milliónir jødar í Týsklandi og í teimum londum, Týskland hersetti undir krígvnum.
Nógvir av jødunum vórðu tvangsfluttir til fangalegurnar. Har vórðu tey dripin í gasskømrum ella máttu lúta fyri svongd og sjúku.
Ein av ringast gitnu deyðslegunum var Auschwitz-Birkenau í týskhersetta Póllandi. Har verður hildið, at 1,1 milliónir fólk vórðu dripin.
Keldur: Ritzau, Dansk Institut for Internationale Studier.
/ritzau/