FAKTA: Hetta gongur kjarnorkuavtalan við Iran út uppá

Iran hevur tikið enn eitt stig burtur frá kjarnorkuavtaluni frá 2015. Les her meira um, hvat avtalan gongu út uppá.

Í gjár boðaði Iran frá, at landið ikki longur fer at halda avmarkingarnar í kjarnorkuavtaluni fyri, í hvussu stóran mun landið kann ríka uran.

Tað er annars ein týðandi partur av avtaluni frá 2015.

Hetta snýr kjarnorkuavtalan seg um:

– Kjarnorkuavtalan var gjørd í juli í 2015 millum Iran og tey fimm føstu londini í ST trygdarráðnum, Bretlandi, Frankaríki, Kina og Russland – eins og Týskland.

– Avtalan hevur við sær millum annað, at Iran skal leggja niður týðandi partar av kjarnorkuætlan síni. Iran hevur fyrr uppfylt øll krøvini í avtaluni.

– Afturfyri skal umheimurin taka burtur umfatandi búskaparlig tiltøk ímóti Iran. Tiltøkini knústu iranska búskapin.

– Við at taka burtur tiltøkini verður millum annað gjørligt at senda pengar inn og út úr landinum, og Iran fekk aftur atgongd til 100 milliardir dollarar, sum høvdu verið innifrystir í bankum í útlondum.

– Tað fyrsta kravið í avtaluni gekk út uppá, at Iran skuldi minka goymsluna av lágtríkaðum urani við 98 prosentum, so tað ikki var nóg mikið eftir til kjarnorkuvápn. Tað mesta av uraninum varð sent til Russlands.

– Harumframt skuldið landið taka niður 12.000 sentrifugur. Tað vórðu nýttar til at ríka uran, sum kann nýtast til kjarnorkuvápn.

– Iran hevur tikið burtur og oyðilagt kjarnuna í kjarnorkuverkinum í Arak. Tað er eitt av teimum týdningarmestu kjarnorkuverkunum í landinum. Stýrið hevur tó fyrr boðað frá, at tey kunnu endurbyggja reaktorin, um tørvur verður á tí.

– Amerikanski forsetin, Donald Trump, tók í fjør USA úr avtaluni við Iran. Tað merkti, at USA vildi fremja búskaparlig tiltøk ímóti landinum, sum USA annars hevði slept sum liður í avtaluni.

– ES hevur fleiri ferðir heitt á aljóða samfelagið um at halda fast í kjarnorkuavtaluna við Iran.

– Men iranar halda ikki, at evropearar hava livað upp til teirra forpliktilsi í kjarnorkuavtaluni við ikki at tálma avleiðingarnar av amerikansku tiltøkunum ímóti landinum.

 

Kilder: dpa, Reuters, Ritzau.

 

 

@font-face { font-family: Calibri; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraph, li.MsoListParagraph, div.MsoListParagraph { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpFirst, li.MsoListParagraphCxSpFirst, div.MsoListParagraphCxSpFirst { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpMiddle, li.MsoListParagraphCxSpMiddle, div.MsoListParagraphCxSpMiddle { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p.MsoListParagraphCxSpLast, li.MsoListParagraphCxSpLast, div.MsoListParagraphCxSpLast { margin: 0cm 0cm 0.0001pt 36pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }