Vinnublaðið Forbes hevur gjørt eina uppgerð yvir virðismestu fótbóltsfeløg í heiminum.
Seinastu fýra árini hevur spanska Real Madrid verið tað virðismesta fótbóltsfelagið í heiminum, men hendan heiður hevur Manchester United nú tikið spanjólunum.
Listin hjá Forbes yvir tíggju tey virðismestu fótbóltsfeløgini – og metta virðið á teimum – sær soleiðis út:
1. Manchester United: Umleið 24,3 milliardir krónur.
2. FC Barcelona: Umleið 24 milliardir krónur.
3. Real Madrid: Umleið 23,6 milliardir krónur.
4. Bayern München: Umleið 17,8 milliardir krónur.
5. Manchester City: Umleið 13,7 milliardir krónur.
6. Arsenal: Umleið 12,7 milliardir krónur.
7. Chelsea: Umleið 12,2 milliardir krónur.
8. Liverpool: Umleið 8,3 milliardir krónur.
9. Juventus: Umleið 8,3 milliardir krónur.
10. Tottenham: Umleið 7 milliardir krónur.
Keldur: Forbes
/ritzau/