Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna stillar upp fyri Fólkaflokkin til kommunuvalið í Klaksvík í november Norðoya Fólkafloksfelag hevði triðja og seinasta uppstillingarfundin í gjárkvøldið, og har gjørdist greitt, at Auðunn Konráðsson verður eitt av valevnunum til kommunuvalið í Klaksvík.
- Nú havi eg sitið uttanfyri og fylgt við politiska systeminum í fleiri ár, so nú var tað kanska tíð uppá, at eg fór upp í politikkin. Og tað er helst rættast at byrja við lokalpolitikkinum, sigur Auðunn Konráðsson við Rás2.
Listin hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið í Klaksvík sær soleiðis út
Erik Andreasen
Jan Gardar
Elsebeth Hansen
Klæmint Hansen
Magnus Joensen
Atli Justinussen
Gunvá við Keldu
Auðunn Konradson
Óli Lassen
Marius Magnusson
Jórun Mørkøre
Christian Fríðrikk Olsen
Ólavur Samson