Fakfeløg mótmæla: Seinasta útkall – tað er nú ella ongantíð

Í morgin klokkan 13 fara fakfeløg at skipa fyri stórum mótmælistiltakið uttan fyri løgtingið, har feløgini fara at gera eina seinasu roynd at steðga ætlanini um flatskatt og um at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn útgjaldi.

– Flatskatturin skapar eitt samfelag, har tey ríku vera ríkari og gjógvin millum ymisku lønarbólkarnar veksur. Skatting av pensjónsinngjøldum ger, at lág- og miðallønti uppspararin verður fátækari í ellisárum, tí skattingarhátturin broytist, siga fakfeløgini, sum halda, at hesi bæði uppskot gera, at okkara vælferðarsamfelag avlagast til eitt stættarsamfelag, har ein nógv størri partur av fólkinum ongan møguleika hevur at skapa sær ein rímiligan gerandisdag.

Feløgini siga, at nú er seinasta freist at mótmæla, og tí kalla tey allar limir til mótmælistiltak uttan fyri løgtingið í morgin klokkan 13.

– Tá verða uppskotini um skatting av pensjónsinngjøldum og flatskattinum viðgjørd í løgtinginum, so tá hevur fólkið møguleika at siga greitt við politikarnar, at teir skulu halda fingrarnar vekk frá okkara pensjónum, og at vit ynskja ikki flatskattin, sum er skotin upp, siga tey.

Fakfeløgini vísa eisini á, at tey hava seinastu vikurnar gjørt alt vit eru ment fyri at steðga hesum uppskotum, men nú er brúk fyri, at fólkið enn einaferð vísir sína styrki.

– Takið alt við sum kann larma, grýtur, karmelleskjur, horn o.s.fr., siga tey í innkallingini

– Vit hava óteljandi útrokningar sum vísa, at stórir partar av løntakarunum vera fátækari í ellisárum. Gjaldføri landskassans er í vanda, og vit spæla hasard við vælferðini hjá framtíðar ættarliðum.

Feløgini siga, at hetta mugu vit ikki gera fyri at fáa ein lítlan løtuvinning. Fakfeløgini hava sum eina seinastu roynd heitt á politiska myndugleikan um at útseta hesi lógaruppskot og gera fleiri greiningar.

– Nú hava tit møguleika at vísa, at tit vilja einar øðrvísi, Føroyar enn samgongan leggur upp til við hesum báðum skattauppskotunum. Møtið larmandi og fjølment til mótmæistiltakið mikudagin 21. desembur klokkan 13:00. Røður, tónleikur og annað verður á skránni, eisini fara vit at handa undirskriftir, sum savnaðar eru, siga fakfeløgini í innkalling til hetta mótmælistiltak.