Fakfeløg leggja saman

Boðað verður við hesum frá, at Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara (YF) og Lærarafelag Handilsskúlans (LH), hava lagt saman í eitt felag. Ítøkiliga er hetta farið fram á tann hátt, at LH er avtikið, og at limirnir í tí felagnum hava meldað seg upp í YF.

Soleiðis boða tey bæði fakfeløgini frá í skrivi.

Tað eru longu nógv ár síðani, at YF fór frá bara at vera fakfelag hjá Studentaskúla- og HF-lærarum. Seinast í 90’unum gjørdust fyrstu lærararnir á Fiskivinnuskúlanum limir í YF, og nøkur ár seinni gjørdist eisini partur av starvsfólkunum á Føroya Skúlabókagrunni, nú Nám, eisini limir í Felagnum. Tá ið nú lærararnir á Handilsskúlunum eisini eru vorðnir partur av YF, verður mett, at navnið “Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara” er ikki nóg umboðandi fyri limaskaran longur, og er tí ein navna- og búmerkjakapping skrivað út millum limir felagsins. Vónandi fær Felagið eitt navn og ein samleika, ið øll á hægri útbúgvingarstigi, kunnu kenna seg heima í, siga feløgini.

Samanlagda Felagið YF/LH er longu farið til arbeiðis sum eitt felag.

Fríggjadagin 21. september var Felagið á sínum fyrsta fundi við umboð fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og umboð fyri Mentamálaráðið. Samráðingarnar snúgva seg um at fáa ein nýggjan felags sáttmála fyri YF/LH, at samanskriva gomlu lønartalvurnar hjá feløgunum báðum, og at semjast um eina nýggja arbeiðstíðaravtalu, ið eftir ætlan skal koma í gildi í august mánaði næsta ár.

Næsti fundur er avtalaður at vera mánadagin 22. oktober, sigur samanlagda felagið.