Fakfeløg á fund við andstøðuna um skatt

SKATTUR OG PENSJÓNIR Fakfeløgini í Føroyum hava biðið andstøðuna í Løgtinginum um fund at tosa um skattapolitisku ætlanirnar hjá samgonguni

Fakfeløgini í Førouyum hava nú biðið andstøðuna í Løgtinginum um fund at tosa um ætlanina hjá samgonguni um at skatta pensjónir við inngjald.
Á fundinum er ætlanin at kunna andstøðuna um, hvussu alvorliga, fakfeløgini taka hendan spurningin, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur, at feløgini eru rættiliga ørkymlað av støðuni og at tey føla, at tey noyðast at tosa við andstøðuna um málið.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur akkurát sum forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur aðrastaðni í blaðnum, at fakfeløgini ætla ikki at lata hetta um seg ganga.
- Fólk eru rættiliga ill um ætlanina at skatta pensjónir við inngjald, sigur hann.
Hann heldur, at ongin skal vera so bláoygdur, at har hendan skriðan er lopin, er ein onnur væntandi.
Hann ivast nevniliga ikki í, at hetta verður ikki síðstu ferð, at politikarar fara í pensjónsgrunnarnar eftir pengum, tá ið tað manglar í hjá landskassanum.
Yvir 30 fakfeløg hava tosað saman um støðuna. Tey hava tosað um hvussu farast skal fram, men enn er ongin niðurstøða.
- Tað er serliga svárt, at hugsa sær, tá ið peningurin, sum kemur inn, skal brúkast til at fíggja skattalætta til tey, sum frammanundan forvinna mest, sigur Hans Joensen.
Eisini Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, staðfestir, at tey fara aldrin at góðtaka ætlanina hjá samgonguni.
Les eisini greinina: Tað sker í hjartað og greinina: Kann ávirka lønarkrøvini