Fakbólkar og samstarv

Katrin Andersen, sjúkrarøktarfrøðingur

Sum sjúkrarøktarfrøðingur í nógv ár á føðideildini, havi eg eitt ávíst innlit í og eri eisini partur av tí søguligu gongdini í sambandi við samstarvið ímillum ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar.
Til 1983 vóru ljósmøður privatpraktiserandi fakbólkur, ið kom inn á deildina, tá barnakonurnar vóru komnar til at eiga. Sjúkrarøktarfrøðingarnir assisteraðu undir føðingini og røktaðu konu og barn eftir føðing.
Tann 1 apríl 1983 vóru ljósmøðurnar fastansettar í einari vaktarskipan og fingu egnu leiðslu.
Tað sum nú sær út til at henda, er at ljósmóðurfakbólkurin vil hava fleiri størv og ota seg inn á sjálva føðideildina. Hetta er kanska skilligt, tí fleiri ljósmøður ganga arbeiðsleysar.

At fakbólkar royna at okkupera partar av arbeiðsøkinum hjá øðrum fakbólkum er ikki nakað nýtt og ókent, tað eru skrivaði stór verk um hetta fyribrigdi innan samfelagsvísindina og hevur hetta eisini á fakmáli fingið eitt heiti, har tað nevnist "usurpatión".
Tí kann ein undra seg yvir at sjúkrarøktarfrøðingar verða lagdir undir at brúka eina harðrenda framferð. Tað kundi sæð út til, at ávísir bólkar kanska ikki hava neyðugu vitanina ella hava misskilt okkurt, og tí hava snarað sakini 180 gradur.

At ein fakbólkur er profesjonellur, vil siga at limirnir geva eina tænastu sum samfelagnum tørvar og at teir hava eina ekspertisu innan fakøkið. Ekspertisan er ikki nakað sum er tengt at einum fakbólki, tí hetta er eina og aleina tengt at tí einstaka fakpersóninum. Ekspertisa tekur eisini fleiri ár at menna.
Tað vil siga, at tann ekspetisa, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir á føðideildini hava ment ígjøgnum nógv ár, í sambandi við barnakonur, nýføðingar og ov tíðliga fødd børn, nú verður gjørd til einkis.

Í profesjónssamanhangi tosar man um tvær síður av profesjónsarbeiðinum, ið eru ávikavist "faksíðan" og "saksíðan". Hetta merkir, at tað bæði snýr seg um at menna eitt fak og eitt fakøki, men harafturat, og tað mest týðandi er, at tað snýr seg um at profesjónin/fakbólkurin arbeiðir fyri at tryggja at sjúklingar og brúkarir fáa best møguligu tænastuna.

Í hesum sambandi kann ein tí eisini undra seg yvir, at fakbólkurin av ljósmøðrum og leiðslan á Landssjúkrahúsinum, sýnist at leggja seg meira eftir at fáa fleiri ljósmøður inn á føðideildina, grundað á lógir, reglur og økonomi, sum um hetta er nóg mikið til at tryggja kvalitetin. Og í minni mun tosa um og umhugsa sakina t.v.s. ta ávirkan og fylgir hetta hevur fyri brúkararnar.

Tað seinasta er, at ovasta leiðslan staðfestir at hon ikki ætlar sær í "kríggj" við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Hetta ljóðar sum at sakin enn einaferð verður snarað 180 gradir. Tí tað sum í veruleikanum má sigast at vera hent í hesum føri er, at leiðslan hevur gjørt uppskot um eina invasión á føðideildini og ein invasión er í vanligari fatan ein byrjan til kríggj.