Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?
- Eg lesi nógv, bæði føroyskt og útlendskt.
Tað sigur Dan Reinert Petersen, sum vit hava sett nakrar spurningar um bøkur, nú vit skjótt koma inn í jólamánaðin, og fleiri nýggjar bøkur væntandi fara at koma á marknaðin.
Hvørja bók lesur tú beint nú?
- Í dag siti eg við ”Færøerne efter freden” hjá Hans Andriasi Sølvará, og á borðinum liggur nýggja bókin hjá Erlingi Isholm og biðir seg lesa.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Eg ynski mær bókina hjá Hanusi Kamban. Hann er okkara besti stílistur og ein veldugur dokumentaristur.
Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?
- Generelt vil eg siga, at fagrar bókmentir eru lakar fyri ikki at siga vánaligar. Men, føroyingar duga sera væl at skriva søgu, ævisøgu og siðsøgu. Tað hevur mín áhuga, serliga nú søgumenn royna at gera seg leysar av tjóðskaparskriving, men tað eru ikki allir, sum hava lært tað enn, sigur Dan Reinert Petersen.