Burtursæð frá viðurskiftunum, sum hava við pengarnar millum spælarar og feløgini at gera, so er mest víðgongda uppskotið, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til fyrrapartin í dag, uppskotið frá nevndini í Fótbóltssambandinum, sum gongur út upp á at skerja møguleikan fyri ávirkan á aðalfundin hjá feløgum, sum so at siga ikki hava skil á sínum peningaviðurskiftum og sum ikki eru aktiv í kappingum.
Atkvøðurætturin
FSF skjýtur upp, at tað verða gjørdar broytingar í grein seks í tí, sum teir kalla lógunum fyri Fótbóltssamband Føroya.
Higartil hevur staðið, at »atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og nevnd FSF?s.« Nú verður skotið upp, at tað verður lagt afturat, at »Bert feløg, sum hava síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, hava atkvøðurætt«.
Og so verður skotið upp, at tað verður lagt afturat omanfyri standandi: »Fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava luttikið í fótbóltskappingini við minst tveimum liðum, einum í vaksnamannadeildini og einum í ungdómsdeildini, undanfarna kappingarár«.
Smávegis broytingar
Umframt omanfyri standandi, so skjýtur nevndin upp, at onkrar aðrar smávegis broytingar verða gjørdar.
Higartil hevur staðið í grein fýra, at aðalfundurin verður hildin í januar mánaði. Nú vil FSF hava at standa, at hann verður hildin í januar ella februar mánaði.
Higartil hevur staðið í ásetingunum fyri dagsskránna fyri aðalfundin, at kassameistarin leggur fram grannskoðan roknskap. Nú vil nevndin hava at standa, at »Kassameistarin/formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap«.
Nú vil nevndin hava, at grein átta verður broytt, soleiðis at tað stendur, at formaðurin í FSF skal vera formaður í fíggjarnevndini.
Yngri spælarar
í 1. deild
FSF nevndin skjýtur eisini upp, at onkrar smávegis broytingar verða gjørdar í kappingarreglunum.
Mest áhugaverda broytingin man ivaleyst vera, at nú er í uppskoti, at tað verður loyvt teimum at taka lut í vaksnamannadeildini, sum hava fylt 16 ár. Higartil hevur staðið, at spælari skal vera fyltur 16 ár 1. januar í kappingarárinum fyri at taka lut í vaksnamannadeildunum. Sagt við øðrum orðum so er ætlanin, at teir, sum hava fylt sekstan, tá ein dystur verður spældur, skulu hava møguleika at spæla við ? eisini um teir hava fylt eftir 1. januar.
Sama broytingin verður gjørd í kappingini hjá kvinnum, men har er aldursmarkið ikki 16, men 15 ár.
Fleiri FM vinnarar
Higartil hevur eingin FM vinnari verið hjá piltunum, sum spæla á hálvum vølli, men nú verður skotið upp, at vinnarin í hesi deildini verður nevndur føroyameistari.
Sjálvt um tað ikki hevur staðið í reglunum, so hava vinnararnir í smápiltadeildini, smágentudeildini, gent-ur 10-12 ár og pinkudeildini verið kallaðir FM vinnarar, men nú skal hetta staðfestast í grein seks í kappingarreglunum.
Onkur ivaspurningur hevur verið um, hvørjir reglar hava verið galdandi, tá tað hevur staðið á jøvnum, eftir at tvey lið hava spælt tveir dystir um eitt pláss í einari deild. Nú ynskir FSF at broyta grein sjey og trý tey fyrstu stykkini, soleiðis at eingin ivi verður um, hvat skal galda í framtíðini.