Færri doyggja av hjartasjúkum

Síðani ár 2000 hevur talið av teimum, ið doyggja av hjartasjúkum, verið í støðugari minking.

Í seinastu heilsulýsingini frá landslæknanum verður tikið samanum deyðsorsøkir hjá føroyskum monnum og kvinnum. Hagtøl eru førd fyri árini 2000-2010, og tað er ein greiður tendensur at síggja í talið av teimum, ið doyggja av hjartasjúkum.

Í 2000 var lutfallið av teimum, ið doyðu av hjartasjúkum um 32% fyri bæði menn og kvinnur. Hetta tal var í 2010 komið niður á 22% fyri bæði kvinnur og menn. Ístaðin eru tað nú krabbasjúkur, sum eru størsta deyðsorsøkin hjá føroyskum kvinnum og monnum.