Framyvir verður hvørki gjørligt hjá privatfólk ella virkjum í Avstralia at lesa ella deila tíðindi hjá miðlum á Facebook.
Tað stendur í tíðindaskrivi frá sosiala miðlinum í dag.
Avgerðin tekur støði í einum stríði um eitt avstralskt lógaruppskot.
Uppskotið leggur upp til, at sosialir miðlar sum Facebook framyvir skulu rinda ein part av yvirskotinum til skipaðu fjølmiðlarnar.
– Lógaruppskotið misskilir grundleggjandi viðurskiftini millum okkum og útgevarar, sum brúka okkum til at deila tíðindasøgur.
– Tað hevur sett okkum í eina tvístøðu: Annaðhvørt skulu vit fylgja lógini, sum ikki tekur atlit til tey virðurskiftini, ella kunnu vit ikki longur at loyva hesum tænastum í Avstralia. Vit hava valt tað seinna, skrivar Facebook.
Facebook nágreinar millum annað, at privat brúkarar framyvir »ikki kunnu síggja ella deila avstralsk ella altjóða tíðindi á Facebook.«
/ritzau/