Fabregas skaddur av at skjóta brotsspak

Arsenal fekk ikki minni enn tríggjar spælarar skaddar í Champions League dystinum í kvøld. Í fyrra hálvleiki fóru russiski Andrei Arshavin og franski verjuspælarin, William Gallas, skaddir av vøllinum.

 

Fimm minuttir fyri tíð, gjørdi Barcelona liðskiparin, Carles Puyol, brotsspark móti 22 ára gamal Arsenal liðskiparinum. Fabregas skoraði sjálvur uppá brotssparkið, men bleiv skaddur í somu løtu.

 

- Tað er ov tíðliga at siga nakað um skaðan. Eg havi ikki tosa við læknarnir enn. Eg hevði ikki fleiri útskiftingar, so eg mátti lata hann spæla, sjálvt um eg vildi taka hann út. Fabregas vildi eisini halda fram alíkavæl, sigur Wenger.

 

Fabregas fekk eitt gult kort í dystinum, sum merkir, at hann er leikbannaður til returdystin á Nou Camp í komandi viku. Fyri Barcelona eru báðir miðverjarnir, Gerard Pique og Carles Puyol, eisini leikbannaðir.

 

Smabært danska Tv3, so skal Fabregas skannast í kvøld. Eftir dystin sat hann í skiftingarrúminum við ísi á beininum.