Fáa yvir 54 milliónir aftur í skatti

- Men tað eru eisini nøkur, sum skulu rinda meiri

Á Taks eru tey nú liðug at gera árið í fjør upp og úrslitið er, at heili 17.122 fólk hava goldið ov nógv í skatti, og sosatt fáa pengar aftur frá Taks. Í alt fáa tey góðar 54,3 milliónir krónur útgoldnar.

 

Hinvegin eru tað eisini 1.664 fólk, sum hava goldið ov lítið í skatti og sum sostatt fáa eina eykarokning í næstum. Tilsamans skulu tey rinda slakar 5,5 milliónir aftur í skatti. Og so eru tað tey flestu, ella 23.283 fólk, sum hava goldið akkurát tað, tey skulu gjalda.