Fáa rokning fyri at verða sjúk í Føroyum

Marjus Dam, kommunulækni, veit um tilflytarar í Føroyum, sum fáa stórar rokningar, verða tey sjúk

- Vit hava eitt heilsuverk í Føroyum. Men vit hava nøkur hon, sum skulu typpast.

Tað heldur Marjus Dam, kommunulækni og fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin.

 

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgunm, vísti hann á, at tað eru nógvir útlendingar, sum eru giftir í Føroyum og sum hava búð her í fleiri ár, kortini uttan at fáa síni ríkisrættarligu viðurskifti avgreidd.

Men hann veit eisini dømi um, at summir av teimum eru komnir rættiliga illa fyri, tí tey eru fyri teirri vanlagnu, at tey gerast sjúk.

 

- Tað eru eisini dømi um, at hesi fólk eru vorðin sjúk og hava havt fyri neyðini at verða innløgd á sjúkrahús, vísti Marjus Dam á.

 

- Men tá ið tey so verða útskrivað, fáa tey eina rokning frá heilsuverkinum, oftani upp á fleiri túsund krónur, ella tíggjutals túsund krónur.

- Í ringasta føri kann rokningin koma upp á fleiri hundraðtúsund krónur, sigur Marjus Dam.

 

Marjus Dam heldur, at hetta er ein nýggja mannagongd, heilsuverkið er farið undir og sum ikki hevur verið brúkt áður.

 

Hann sigur, at vit eiga at bjóða øllum fremmandafólki vælkomnum til Føroyar

- Lat okkum ikki byrja við at geva teimum eina stóra rokning, skuldi tað hent seg, at tey verða sjúk, sigur Marjus Dam.

Tí heldur hann, at hetta er ein mannagongd, sum eigur at verða broytt.

 

Á myndini situr Marjus Dam fremst á myndini, á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í morgun.