Faðir vár verður óbroytt

Ongin ætlan er at broyta Faðir vár, sigur Hans Jacob Joensen bispur, sum harmast, um tað er fatanin millum fólk

BÍBLIUTÝÐING
Bispur arbeiðir saman við øðrum við at gera eina nýggja føroyska bíbliutýðing, sum er meira tíðarhóskandi málsliga.
Í hesum sambandi hava nógv kanska fingið ta fatan, at Faðir vár skal broytast. Tað hevur ljóðað, at orðingin »fyrigev okkum syndir okkara« skuldi broytast til »fyrigev okkum skuldir okkara«.
Hetta hevur fingið nógv at hvøkka við, tí Faðir vár er so týðandi partur í barnatrúnni.
Hans Jacob Joensen bispur harmast um, at fólk hava fingið ta fatan, at Faðir vár skal broytast, og hann vísir tí staðiliga aftur.
? Eg eri eitt sindur keddur, um fólk halda, at Faðir vár verður øðrvísi í okkara nýggju týðing av bíbliuni, tí Faðir vár á føroyskum verður als ikki broytt, sigur Hans Jacob Joensen.
Talan má vera um eina misskiljing, heldur bipsur, tí fleiri útgávur eru av Faðir vár, og tað hevur hann greitt tíðindafólkum frá. Í Føroyum er Faðir vár ein blandingsformur av útgávuni hjá Matteusi og partvíst hjá Lukasi evangelisti.
? Um tú samanber við tað danska Fader vor, so verður sagt »forlad os vores skyld således som vi forlader vores skyldnere«; tað er úr Matteus, og soleiðis er vist yvirhøvur. Men á føroyskum eitur tað »fyrigev okkum syndir okkara«, og tað er tikið úr Lukasar evangelium.
Standardformurin av Faðir vár á føroyskum, sum fólk hava fingið við móðurmjólkini, verður sostatt púra óbroyttur.
? Tað býr djúpt í okkum, og eg haldi eisini, at tað situr betri á føroyskum, staðfestir Hans Jacob Joensen.