Fóðurframleiðslan verður økt á Havsbrún

Hósdagin koma fóðurmaskinurnar til Havsbrún í Fuglafirði, sum virkið hevur keypt úr Noregi. Samlaða íløgan liggur um 6 mió. kr og fóðurframleiðslan verður økt til 10-12 tons um tíman

Ólavur í Beiti


Tað er ikki greitt enn, hvat gomlu bygningarnir, fyrrverandi Handils-og Frystivirkið, sum Havsbrún keypti herfyri, skulu brúkast til, men Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, sigur, at har eru fleiri møguleikar sum nú verða kannaðir.

Einaferð fyrst í komandi ári verður so endaliga greitt, hvussu framleiðslan kemur at hátta seg, sigur stjórin í Havsbrún.


Setast upp á Fóðurdeildini

Men í fyrstu atløgu verða bygningarnir brúktir til at seta nýggju maskinurnar í, sum Havsbrún hevur keypt úr Noregi. Hósdagin ella fríggjadagin koma maskinurnar sum fara at økja fóðurframleiðsluna til eini 10-12 tons um tíman. Við verandi kapasiteti er framleiðslan 5 tons um tíman.

Maskinurnar verða so eftirhugdar og settar í stand, áðrenn tær verða settar upp í verandi fóðurdeild.


Klárt í mai 99

Bergur Poulsen greiðir frá, at ein stórfyritøka keypti maskinurnar fyrst og seldi tær so víðari til Havsbrún fyri ein sámiligan prís.

Útgerðin liggur um einar 3 mió. krónur, men tá maskinurnar eru tiknar í brúk einarferð í mai 99, metir stjórin, at samlaða íløgan kemur at liggja um 6 mió. kr.

Orsøkin til, at Havsbrún økir framleiðsluna í komandi ári er, tí eftirspurningurin eftir fóðri bara økist. Ikki bert á føroyska marknaðinum økist sølan, men eisini til Hetlands, har skip summarhálvuna siglir einaferð um vikuni við 3oo tonsum