Fótbóltsskelkur í Danmark: Hallur vann á FCK í Parkini

Superligan: Bara ein áskoðari var til ótrúliga sigurin hjá AC Horsens

Hallur Hansson var á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá AC Horsens púra óvæntað vann 1-0 á FCK í Parkini. Sermerkt við dystinum er, at tað var bara ein áskoðari til dystin. Tað var Ståle Solbakken, venjarin hjá FCK, sum hevur bann.

AC Horsens hevur annars fingið eina vánaliga byrjan upp á seinnu hálvu av kappingarárinum. Liðið hevur tapt allar tríggjar dystirnar undan dystinum í dag. Av tí sama vóru vónirnar einki serligar undan dystinum í dag.

Avgerandi málið kom ikki fyrr enn fáar minuttir fyri tíð, tá Alexander Ludwig skorar eftur trunkaspæl. Sigurin kemur væl við hjá AC Horsens, men liðið hevur enn lagt at sleppa úr niðurflytingarbólkinum.

##med2##