Fótbóltsgøla: Fleiri feløg eru rannsakað

Illgruni um avtalað spæl og fíggjarligt svik í fleiri fótbóltsfeløgum í millum annað Belgia

Løgreglulið hava í dag gjørt húsarannsøkn hjá fleiri fótbóltsfeløgum í eitt nú Belgia, Fraklandi, Serbia, Luksemborg, Makedonia, Montenegro og Kýpros. Illgruni er um avtalað spæl og fíggjarligt svik, skrivar millum annað BT.

 

Tað snýr seg millum annað um 44 rannsøknir í Belgia, og 13 í Fraklandi. 220 løgreglufólk hava staðið fyri rannsøknunum, sum millum annað hevur rakt belgisku stórfeløgini, Anderlecht, Club Brugge og Standard Liege.

 

- Fleiri persónar eru tiknir inn til nærri avhoyringar, verður sagt sambært AFP tíðindastovuni.

 

Mynduleikarnir í Belgia hava boðað frá, at teir hava kannað fleiri pengaflytingar seinastu árini, sum tykjast illgrunasamar. Helst verður meiri at hoyra um málið í næstum.