Fótbólts-legenda lagt árarnar inn

Ungarska fótbóltsstjørnan Fernec Puskas doyði á einum sjúkrahúsið í Budapest í dag, 79 ára gamal. Seinastu tveir mánaðirnar hevur Puskas verið álvarliga sjúkur, og hansara seinastu dagar vóru merktir av lungnabruna og høgan fepri.
Fyri nøkrum árum síðani, varð Puskas valdur at vera tann fjórði besti leikarin í 20. øld. Puskas var drívmegin á vøllinum, tá ungarska landsliðið tók øll á bóli og vann 6-3 á Onglandi á Wembley åi 1953. Í sínum 84 landsdystum megnaði Puskas at skora onki færri enn 83 mál. Seinni gjørdist Fernec Puskas spanskur ríkisborgari, og í Real Madrid skeyt hann heili 512 mál í 528 dystum fyri felagið har hann eisini vann tríggjar evropa-kup kappingar.