Í fótasporum Tróndar

Í góðum gonguveðri varð skipað fyri áhugaverdum, fornfrøðiligum gongutúri av Toftanesi umvegis Bønhústoft í Leirvík um Leirvíksfjall til Blásastovu í Norðragøtu

Fornfrøðiligi túrurin, ið varð fyriskipaður í samband við Tróndadagar, byrjaði við Toftanes, har Kristian Martin Eliasen, sum var ferðaleiðari á túrinum, greiddi frá um toftirnar og útgrevsturin. Greitt varð frá, hvussu fólkini har helst hava búleikast, og hvussu húsini tá hava verið uppbygd. Gott og væl 30 fólk vóru møtt upp til túrin, ung sum gomul, mest gøtufólk og leirvíkingar.

Eftir at Kristian Martin Eliasen hevði greitt frá leivdunum á Toftanesi, gekk leiðin niðan til Bønhústoft, har hann greiddi frá toftunum, útgrevstrinum har, sagnum og søgu kring Bønhústoftirnar og hvussu meint Leirvík varð rakt av sóttini svørtu.



Nógv søguligt tilfar

Tann nógv umtalaða vegaføringin í Leirvík var, ikki óvæntað, havd á máli tá ferðalagið fór til gongu eftir gamla farveginum millum Leirvík og Norðragøtu. Hesin farvegur varð nýttur langt áðrenn nøkur vegaføring var uppá tal, og flest øll søgdu við ein munn, at øðrvísi var tá bert hesin farvegurin var millum Leirvík og Norðragøtu.

Komin nakað niðan, greiddi Kristian Martin Eliasen frá um skalvalopini á Blankskála, og hvussu tað gekst fólkunum har, frá tí at skalvarnir oyddu nógv av bygdini, og til tey byrjaðu at seta seg niður í Syðradali. Haðani steðgað varð, er gott útsýni yvir á Kalsoynna og Blankskála. Eisini greiddi hann frá um háskúlan í Føgrulíð, og hvussu Símun av Skarði á sinni hevði yrkt tjóðsangin við góðum útsýni yvir á Leirvíkina.

Síðani varð gingið niðaná, og leiðin er væl merkt upp av varðum, sum enn eru í góðum standi. Har varð aftur steðgað eina løtu, og meðan Kristian Martin Eliasen gjølla greiddi frá søguni um seinastu fólkini, sum búðu í húsunum á Toftanesi, nýttu fleiri av fólkunum høvið til at fáa sær ein bita og ein vatnsopa.


Í fótasporunum Tróndar

Eftir at frásøgan um seinastu hjúnini á Toftanesi varð liðug, varð hildið áfram í fórasporunum á Tróndi í Gøtu. Toftirnar í Leirvík sigast at stava úr eldru víkingatíðini, og hava hesar helst verið til í samtíð Tróndar. Gingið verður um Dvørgjaskarð, og hóast har er bratt oman til Norðragøtu, er hetta ikki ein torførur gongutúrur. Har illgongt er, er jarnverk at styðja seg til.

Nú Tróndadagar eru í Gøtu, er tað hóskandi at fara á henda forvitnisliga gongutúrin í fótasporum Tróndar, har ein samstundis kann gera sær sínar tankar um Føroyar í víkingatíðini. Summi vilja vera við, at Tróndur gekk í sunnudagsskúla í Leirvík. Um tað er eftirfarandi, so hevur Tróndur gingið henda túrin mangar ferðir.

Hesin hugnaligi gongutúrurin endaði við einum kaffimunni og køkum í Jákupsstovu í Norðragøtu.